Vælkomin á MEST
Vælkomin á liðið. Vit eru ovurfegin, at tú hevur valt okkum.
Vit eru MEST. Vit eru nógv fólk, sum hvønn dag kíta okkum fyri at veita kundum okkara bestu tænastu.
Tað er umráðandi, at vit hava mannagongdir og skipaninr, so arbeiðsdagurin gerst tryggur og góður, og soleiðis at vit tryggjað, at veitingar okkara hava eina ávísa góðsku.
MEST er eitt nútímans virki. Vit gagnýta framkomna tøkni og útger, og vit virka eftir nútímans virðum. Tað er umráðandi, at vit øll fara væl um og ansa væl eftir hvør ørðum. Sært tú eitthvørt, sum kanska er ótrygt ella okkurt sum kann gerast betri – so hevur tú skyldu at boða frá.
Á hesum síðum finnur tú alskyns viðkomandi tilfar um MEST. Her eru trygdarvegleiðingar, her finnur tú okkara starvsfólkahandbók, her nógv tilfar til lærlingar okkara og eisini finnur tú lýsingar av ymsu deildum okkara.
Eg ynski tær hepna hond og bestu eydnu á tíni ferð saman við MEST.
Mouritz Mohr
Stjóri
